– hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur!
Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyaprent letur bøkur úr hondum við ávaringarmerki á forsíðuni, men Vencil hin 16. er stutt sagt skaðiligur.
Vencil 16. við morði og brandi …
Hevði tað so bara verið við tí. Nei, nýggjasti Vencilin, hin 16. í røðini, er so fullur av tramanskapi og øðrum vandamiklum tilfari, at ritstjórarnir, fyri fyrstu ferð síðan Vencil Nr. 4 kom út í 2008, hava kent seg noyddar sjálvir at ávara lesaran longu á permuni: hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur!
Á myndini síggjast teir báðir Venslaritstjórarnir við Vencil 16. í hondini. Myndina tók Ditte M. Joensen.