Sunnudagsland

Nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann

Føroyaprent hevur umbrotið, prentað og heft nýggja yrkingarsavnið eftir Sissal Kampmann. Sunnudagsland er heitið á fimta savninum hjá Sissali. Permumyndina á „Sunnudagsland“ gjørdi Ludvík á Brekku.

Sissal Kampmann: Sunnudagsland

Permumynd: Ludvík á Brekku

Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út, 94 bls, 168,- kr.