Føroyaprent søkir eftir maskinkønum fólki at byrja sum skjótast

Uppgávurnar eru millum annað:

  • at hava ábyrgd og viðlíkahald av maskinparkini á virkinum
  • at leggja smyrjing og viðlíkahald til rættis og hava ábyrgd av, at hetta verður gjørt
  • at innstilla maskinur
  • og aðrar uppgávur í samband við maskinur og tól, í samstarvi við framleiðsluleiðaran

Kvalifikatiónir/eginleikar:

  • hug og kunnleika at arbeiða við maskinum
  • helst eina viðkomandi útbúgving
  • góð samstarvsevni
  • gott samskifti við starvsfelagar

Vit vænta, at tú ert kundavinarligur, álítandi, røkin, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at leggja arbeiðið til rættis.

Tú skalt vera klárur at tørna til, tá ið á stendur. Á Føroyaprent arbeiða vit alla tíðina undir tíðartrýsti, og okkara fremsta uppgáva er at lata vøruna til tíðina.

Vanligur arbeiðsdagur er frá kl. 8 til 16

Løn sambært avtalu

Føroyaprent er ein fyritøka í vøkstri, sum bjóðar allar vørur og tænastur innan grafiskt arbeiði, uppseting, prent og liðuggerð. Eisini hava vit eina nútímans stórprentsdeild, har vit framleiða alt hugsandi innan skelti og deko.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn kann sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

Ella á telduposti: hestoy@foroyaprent.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi sum skjótast, tó ikki seinni enn 20. mai 2016

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Kára Olsen á telefon 59 45 60 ella Jon Hestoy á 59 45 55.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.