Á Føroyaprent liva vit av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna, vit liva av. Tí lata vit náttúruni nakað aftur við at planta trø, sum so liva víðari í hugaheiminum, tá vit lesa ella síggja eina bók ella ein annan prentlut.
Øll sum hava fingið trø frá okkum, og sum vit hava plantað saman við, virðismeta eisini trøini. Fleiri hava sína dagligu gongd fram við teimum, og gleðast um hvønn sentimetur, tey vaksa. Nógv fylgja væl við og leggja stóra orku í at røkja og verja trøini, til tey eru komin fyri seg.
Í mai 2016 lótu vit 300 trø til Viðarlundina við Myllá. Fólk í grannalagnum komu saman, plantaðu trøini og settu hegn um økið, sum tey hava fingið frá Tvøroyrar kommunu. Myndirnar frá gróðursetingini í Trongisvági tók Kristian Stórhamar.
Í heyst verður farið undir at planta trø við Hósvíkar Skúla. Har er Føroyaprent eisini ein partur av ætlanini um gróðurseting, við at lata Hósvíkar Skúla 300 trø.
Tað er hugaligt at síggja, at okkara verkætlan „Føroyaprent plantar trø“ hevur fingið so góða undirtøku, at vit í 2016 hava gróðursett 4.200 trø.
Vit halda fram at planta trø – altíð í samstarvi við dugnaligu starvsfólkini á Skógrøkt Landsins.