Stórur ella lítil boðskapur

Skeltiverkstaðurin á Føroyaprent kann hjálpa tær at fáa tín boðskap út. Onkuntíð hevur tú brúk fyri einum bannara, ið kann fylla ein heilan vegg, aðrar tíðir hevur tú brúk fyri trimum útskornum stavum, ið eisini bera ein greiðan boðskap. Her hava Tórður og Heini skorið „ÁST“ út í 12mm MDF plátu á okkara nýggja Zund skeriborði. Sanniliga er tað bara hugflogið, ið setur markið.

Hugsa stórt, hugsa Føroyaprent

#altbertil