Á veingjum II

Føroyaprent hevur prentað nýggju myndabókina hjá Andreas Mouritsen „Á veingjum II“. 

Í „Á vengjum II“ síggja vit Føroyar úr erva. Hon heldur fram har fyrra bókin hjá Andreasi endaði. Nú byrjar ferðin syðst í Føroyum og so verður farið norðureftir. Fyrra bókin hjá Andreas Mouritsen varð eisini prentað á Føroyaprent og kom út í 2014. 

Á myndini eru framleiðsluleiðarin á Føroyaprent Kári Olsen og Andreas Mouritsen.