Nú er tann stundin komin til handa

Í seinasta vikuskiftissosialinum, heitti Bárður á Steig Nielsen, Føroya løgmaður, á allar føroyingar um at standa saman um Føroyar og føroyskt vinnulív í summar.

Fyri okkum sum prentsmiðja og grafiskt framleiðsluvirki, er hetta einki minni enn eini gleðiboð. Í Føroyum eru bara einar tvær prentsmiðjur eftir og umframt at kappast hvør móti aðrari, á jøvnum føti, kappast tær eisini í móti útlendskum prentsmiðjum.

Nógvar av útlendsku prentsmiðjunum, hava munandi lægri lønarlag enn Føroyar, men tað hevur ikki forðað okkum í at trúgva uppá, at føroyskir prentlutir, á føroyskum máli, skrivaðir og sniðgivnir av føroyingum, eiga sjálvandi at verða prentaðir í Føroyum.

Er talan bara um prís, er ikki vist, at nakar í Føroyum sleppur aftur til arbeiðis. Tað fara helst altíð at verða lond, ið veita vørur og tænastur, sum eru bíligari enn vit sjálvi.

Boðskapurin frá løgmanni ein kærkomin áheitan á okkum øll. Tað besta sum kann henda er, at vit gerast meira tilvitaði um hvat vit keypa og hvør ið upprunin er. Tí nú er tann stundin komin til handa.

Jon Hestoy, stjóri
Føroyaprent