VÁGA KIRKJUBÓK 1797-1892

VÁGA KIRKJUBÓK 1797-1892
Mikukvøldið 10. februar var framløga av Vága kirkjubók 1797-1892 í skúlanum á Giljanesi. Tað er Johan G. Mikkelsen ið stendur fyri hesum megnarverki. Felagið Varðin gevur út, og er henda bók tann fjórða av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum.
Tær tvær fyrstu vóru um Eysturoyar prestagjald, tann triðja var um Norðoya prestagjald, og hendan fjórða er um Vága prestagjald.
Nú verður lættari at granska ætt og ætlanin er at halda fram við útgávuni so vit eisini fáa Norðstreym, Suðurstreym, Suðuroy og Sandoy við. Í hvørjum bindi er navnalisti, har til ber at síggja hvar persónssnøvn og staðarnøvn koma fyri. Á tann hátt fæst almikið gagn burtur úr tilfarinum, so tað ber til at greina ættirnar um allar Føroyar.
Kirkjubøkurnar fáast í øllum bókahandlum og kosta 548,- kr.
Føroyaprent stendur fyri umbróting, prent og liðuggerð av kirkjubókunum. Myndirnar frá framløguni tók jn.fo.