Hesa vikuna er hátíðardámur á Hoyvíksvegi í Havn. Føroyaprent, Føroya størsta grafiska virki, hátíðarheldur fyrstu 20 árini. Tað hava verið spennandi tíðir, síðani virkini prentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent kastaðu saman í Føroyaprent á sumri 2004.
Samanleggingin tryggjaði, at Føroyar fingu eina prentsmiðju, sum hevði neyðugu útgerðina og styrkina at kappast.
Dyggur og tryggur kundaskari
Tað er einki at taka seg aftur í at prentmarknaðurin er sera avbjóðandi, og tað eru eftirhondini fleiri prentsmiðjur, sum lata aftur enn yvirliva. Herheima eru prentsmiðjurnar fækkaðar nógv í tali og fleiri aðrar samanleggingar eru framdar. Kappingin er eisini beinhørð við útlendskar prentsmiðjur.
Men Føroyaprent hevur øll árini havt dyggan og trúgvan kundaskara. Við hegni og treiskni hevur fyritøkan klárað at tillaga seg til hørðu og umskiftandi kappingartreytirnar. Og broytingarnar hava verið stórar hesi árini: Eitt nú norðurlendska Svanamerkið, ið tryggar minst møguliga útlátið, digitalprent til smáu og skjótu uppløgini og eitt skeltiverkstað við nýggjastu tøknini, ið prentar beinleiðis á træplátur og sker skeltið í eitthvørt skap.
Tað hevur verið ein fyrimunur øll árini at hava eina grundleggjandi fatan av, hvat rørir seg, og hvørjar broytingar standa fyri framman. Tað hevur munað væl at vera frammanfyri nýggjastu rákini innan prentfakið. Góða handverkið og røttu íløgurnar hava eisini gjørt sítt til, at tað hevur gingið so væl í hond.
Veita allar tænastur
Í dag er Føroyaprent eitt framkomið grafiskt virki, ið kann veita allar tænastur. Høvuðsøkini eru prent, uppseting, liðuggerð og skelting.
Síðani 2004 hevur Jon Hestoy sitið á hornaskrivstovuni á Hoyvíksvegi. Hann er errin av, at Føroyaprent kann veita allar tænastur. Persónliga hevur hann altíð havt serligan tokka til bókina. Eisini her hava broytingarnar verið grundleggjandi. Størsta broytingin er óivað uppløgini. Fyrr vórðu bøkur prentaðar í 500, 1.000 ella 1.500 eintøkum, nú ber til at prenta bara 50 eintøk ella enntá færri.
Jon Hestoy hevur nógv at hátíðarhalda í ár. Ikki nóg mikið við, at Føroyaprent fyllir 20 ár, eisini eru 40 ár síðani, at Hestprent sá dagsins ljós í heimbygdini, Tvøroyri.
Hestprent vinnur frama
Ein dag í 1983 ringdi Tórfinn Smith, stjóri á Sosialinum, til Jon Hestoy og bjóðaði honum starv. Hann tók av, flutti úr Århus ein sunnudag og fyrsti starvsdagur var mánadagin eftir. Stutta skotbráið gjørdi, at hann fyrstu fjúrtan dagarnar svav á einari madrassu í umbrotararúminum á Sosialinum
Í 1984 byrjaði tann 25 ára gamli Jon Hestoy, sum var útlærdur trykkjari í 1980, sítt egna virki á Tvøroyri. Navnið er Hestprent. Endamálið var at geva út lokalblað og reka prentsmiðju. Skjótt gjørdist høvuðsvirksemið hjá felagnum setiarbeiði, við serstøkum denti á bókaarbeiði.
Tá ið fyrsta setimaskinan varð keypt í 1985, var leiðin skjótt løgd eftir tekstkonvertering frá teldum til setimaskinu. Í januar 1987 læt virkið upp í Havn. Í 1988 varð avgerð tikin um at leggja alla umbróting yvir á Macintosh teldur. Árið eftir varð flutt í egin hølir á Suðurrás og 1997 á Dvørgastíg. Í 1999 fór felagið undir at prenta sjálvt, tá ið Prentstovan, prentsmiðjan, ið Marius Ziska hevði stovnað, varð keypt. Í 2001 var egið bókbindarí sett á stovn og í 2002 keypti Hestprent bókbindaríið hjá Helga Justinussen.
Tvey ár seinni løgdu Hestprent og prentsmiðjan hjá Dimmalætting saman. Í 2007 var Einars Prent eisini keypt.
Prenta í skjótt 150 ár
Prentsmiðjan hjá Dimmalætting hevur sín uppruna í 1877. Tá varð A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri stovnað við tí endamáli at útgeva Dimmalætting. Í nógv ár húsaðist blaðið og prentsmiðjan í gomlu sorinskrivarahúsunum í Erlings Jalsgøtu. Hesi hús vóru sum tíðin leið umbygd og hýstu prentsmiðju og redaktión til 1944, tá ið tey brendu í grund.
Prentmaskinurnar sluppu kortini so frægt frá eldsbrunanum, at tær kundu umvælast, og so mikið av blýskrift varð bjargað, at blaðið kundi prentast í leigaðum hermannabarakkum uppi við Dungagøtu til á vári 1946, tá flutt varð inn í nýggj hús, reist á somu grund.
Í 1985 flutti Dimmalætting á handils- og ídnaðarøkið á Hálsi, har ein nýggjur bygningur stóð liðugur. Frá fyrstu tíð hevur prenting verið ein stórur partur av virkseminum við blaðútgávu. Tá lagt var um til rotatiónsprent í sjeytiárunum var arkaprent bara til bøkur og akzidens. Seinni varð alt arkprent flutt í bygningin á Hoyvíksvegnum, har samanlagda prentmiðjan húsast í dag.
Treiskni og eydna
Jon Hestoy heldur, at stóra framgongd hjá Føroyaprent seinastu 20 árini er nógv bygd á treiskni og eydnu. Fyrrverandi stórsvimjarin av Tvøroyri hevur í sínum arbeiði brúkt nógv sálarfrøði innan svimjing. Hann hevur til dømis ongantíð lagt so nógv í, hvør var fremstur eftir 100 metrar, bara hann var fyrstur á mál eftir 200 metrar.
Stjórin á Føroyaprent hevur verið noyddur at at stýra hegnisliga og hava dirvið at taka neyðugar avgerðir. Avbjóðingar hava eisini verið á vegnum. Øll árini hevur Føroyaprent verið sjónligur samfelagsspælari. Fyritøkan stuðlar fleiri góðum átøkum, tað verið seg samfelagsligum, vinnuligum, umhvørvisligum ella ítróttaligum átøkum.
Fríggjadagin 27. september kl. 15 verður Hoyvíksvegur 59 karmur um hátíðarhald og hátíðardám.
Í dag starvast 24 fólk á Føroyaprent.