Nólsoyar Skúli 200 trø grønari

Føroyaprent hevur latið trø til nærumhvørvið hjá skúlanæmingum og lærarum – hesaferð 200 trø til Nólsoyar Skúla.

Jákup av Skarði, fyrstilærari, vendi sær til Føroyaprent fyrr í ár, um eitt økið á uml. 100 fermetrar, fram við hegninum í sjálvum skúlagarðinum. Føroyaprent játtaði beinanvegin at lata trø. Ein partur av tí sum varð plantað í dag, eru vetrargrønir runnar, sum hóska væl til ein skúlagarð og skapa tættan vøkstur sum geva lívd.

Seinasti skúladagur var í Nólsoy í dag 28 juni, men hóast børnini gleddu seg til summarfrítíðina, kastaðu tey seg hugagóð yvir arbeiði at planta trøini. Prátað varð um trø og umhvørvið og okkurt fræ varð møguliga eisini plantað í børnini. Tey hava nú fingið ein skúlagarð, sum bæði verður vakrari og grønari fyri hvønn dag sum gongur.

Føroyaprent setti sær fyri at planta 2000 trø í 2012, og longu nú er talið uml. 1750. Tey fyrstu vórðu plantaðí í Kerjum í Tórshavn, síðan varð plantað við nýggja skúlan á Argjum, skúlin og barnagarðurin á Skála fingu eisini trø nýliga og Føroyaprent lat herfyri 300 jólatrø til Vestmanna. Um mánaðarskiftið aug./sept. í ár, fara tey til Hvalvíkar at planta trø, og tá kemur talið upp á 2000 trø.

Lesi um heimsins skógir, trø og pappír:

www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html
www.tryksag.dk
www.foroyaprent.fo