Gjøgnumskygdar myndir á rútin

Veitst tú, at allir rútar og glasveggir kunnu prýðast við tínum egnu myndum, so tær síggjast á báðum síðum?

Á Føroyaprent kunnu vit prenta á gjøgnumskygda foliu, sum verður sett beinleiðis á glasið ella spegilin. Vit prenta fegin til tíni egnu hús, til stovnar, handlar, skrivstovur o.o. Eingin avmarking er í stødd. Stórar glasflatur kunnu prýðast, so tær skapa trivnað ella senda boð til ein ávísan málbólk.

Í samband við Barnafestivalin í Norðurlandahúsinum hava vit prentað tekningar hjá Janusi á Húsagarði á transparenta foliu. Hesar tekningar hanga runt um í húsinum. At myndirnar eru gjøgnumskygdar og síggjast frá báðum síðum, ger tær dragandi og lokkandi at hyggja nærri at.

Tað er bara hugflogið, sum setir avmarkingar. Vit gleða okkum til spennandi uppgávur. Ring 314555 ella send ein teldupost á info@foroyaprent.fo og fá meira at vita.

Vælkomin á Føroyaprent