Álmanakkin 2016 í bókabúðirnar

Hetta er 16. ferð, at vit á Føroyaprent framleiða Álmanakkan hjá H.N. Jacobsens bókahandli. Fríggjadagin 30. oktober vóru fyrstu Álmanakkarnir koyrdir oman í bókahandilin á Vaglinum.

Á myndini, sum er tikin inni á bókbindarínum hjá Føroyaprent, sæst ritstjórin, Erling Isholm, við Álmanakkanum 2016 í hondini. Hetta er 88. ferð, at Álmanakkin kemur út.

Álmanakkin 2016

Ritstjóri: Erling Isholm

H.N. Jacobsens Bókahandil

448 síður

150,00 kr heftur og 190,00 kr innbundin.