Rósa Maria eftir Jens Paula Heinesen uppafturprentað

Føroyaprent hevur latið úr hondum eitt uppafturprent av „Rósu Maria” hjá Jens Paula Heinesen. Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið gevur út. Bókin kemur nú dramakonsertin „Rósa Maria“ verður frumframførd í Norðurlandahúsinum 11. november.

Í 1997 hevði Jógvan Isaksen grein í Sosialinum um Jens Paula Heinesen. Tá segði hann millum annað so um bókina: „Rósa Maria“ kom í 1995 og er býtt í tveir partar, har tær fimm søgurnar um frú B., frú C., frú D. frú E. og dóttur frú C. eru heftar at hvørji aðrari, og tilsamans mynda tær eina stuttsøgu-syklus. Felags fyri tær fyrstu tríggjar søgurnar er, at teir kvinnuligu høvuðspersónarnir hava dreymar, men lítið verður gjørt við teir. Tær eru fangaðar í einum smáborgarligum helviti, sum tær halda er paradís. Viðhvørt kenna tær á sær, at nakað manglar, men so finna tær bara upp á okkurt, so tær gloyma hesar kenslur. Frú E. í fjórðu søguni situr ikki hendur í favn, men hennara gerðir eru avlagaðar, og søgan vísir hjúnalagið sum rangmynd. 

Tann fyrsti sanni persónurin, lesarin kunnast við, er seytjan ára gamla Rósa Maria, sum letur lesaranum jarðbundnar lýsingar av hinum kvinnunum. Frú. B. er eitt turkatræ, mamman, frú C., hevur verið burturi í ørskapi, frú D. er býtt og frú E. einkisigandi. 

Sjálv er Rósa Maria forelskað í harra E., men høvundurin sýnir onga miskunn, og vit fáa ikki happy end.

Frásagnirnar í øðrum parti av savninum standa leysar bæði av fyrra parti og av hvørji aðrari, og sum tær undanfarnu søgurnar snúgva tær seg í høvuðsheitum um kærleika ella kanska beinari: um skortandi kærleika. Undirtittulin á savninum kundi verið: Søgur um miseydnaðan kærleika og kvett kærleikssambond.

Jens Pauli Heinesen: Rósa Maria

Mentunargrunnur Studentafelagsins

176 síður, 250,00 kr.