Goymslufólk/bilførari søkist

Føroyaprent søkir eftir goymslufólki/bilførara at byrja sum skjótast.

Uppgávurnar eru at halda skil á goymsluni, koyra vøru til og frá virkinum og tryggja, at rætta pappírið er klárt til prent.

Vit vænta, at tú ert kundavinarligur, álítandi, røkin, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at leggja arbeiðið til rættis.

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Løn sambært avtalu.

Koyrikort til vanligan bil krevst, trukk-koyrikort er ein fyrimunur.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Umsókn kann sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

Ella á telduposti: hestoy@foroyaprent.fo

 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi sum skjótast, tó ikki seinni enn 1. februar 2016

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Kára Olsen á telefon 59 45 60.