Havnarmaður og gøtuskuri 2

Føroyaprent hevur umbrotið, prentað og bundið inn nýggju bókina hjá Jógvan Arge „Havnarmaður og gøtuskuri 2“. Jógvan Arge sum, millum nógv annað, er virkin rithøvundur, hevur verið kundi hjá okkum í skjótt 30 ár.

Nýggja bókin varð løgd fram á Reinsarínum hósdagin 27. november, har Sámal Ravnsfjall og Uni Arge undirhildu við sangi og tónleiki.

Á myndini ein fegin rithøvundur og útgevari í bókbindarínum á Føroyaprent.