4-litir Sí CMYK

4+4 Prent í fýra litum á báðum síðum á arkinum

4+0 Prent í fýra litum á aðrari síðuni á arkinum

5-farva verður ein prentmaskina nevnd, sum kann prenta 5 litir sam­stund­is – t.d. CMYK + 1 staffagelit ella lakk

Accento II Agfa termalplátusetari, ið kann lýsa vanligar termiskar plátur ella Azura plátur

Adobe-rip Adobe uppfann Postscript síðuforritan í áttatiárunum og seinni legðist Adobe Acrobat til. Acrobat fílar eru í dag grundarlagið undir allari prenting. Adobe rippur tryggjar, at vit í dag kunnu prenta arbeiði, har grafikarar hava brúkt transparencies

Antikva Skrift við seriffum (fótum). T.d. Times

Ark Heitið á einum prentarki, falsað til bók- ella blað format. Eitt ark er ofta 16 síður, men onnur síðutøl kunnu koma fyri. T.d. um tað er eitt blað í A4 stødd, so er arkið 8 síður

Asterisk Lítið stjørnuformað tekn *, sum verður nýtt til t.d. fótnotur

Avvasking Tá prentmaskinan verður reinsað fyri prentlit

Azura Agfaplátur uttan evnafrøðilig evni. Eitt tunt gummilag á plátuni verður brent fast har, ið prentið er. Alt gummi, ið ikki er brent fast verður bustað burtur. Eingin framkalling, fiksering ella skoling