Blindtrykk Ein há- ella dýpdarpreging uttan brúk av prentliti

Blokkheftari ein forstørrað heftimaskina, sum við motorkraft, tvingar hefti­klemmurnar gjøgnum størri pappírbunkar

Bókblokkur Ein bók, sum er falsað, seymað og heft, men ikki hevur fingið permu um

Breyðtekstur Heitið á vanliga tekstinum í einum prentluti, vanliga i 8 til 12 punkt stødd

Bukkistrika Ein rilla verður gjørd í pappírið so falsingin verður vakrari uttan at sprekkur koma í

Bulkur Bulkur er eitt rúmmál, sum sigur hvussu poknut ella kompakt eitt pappír er, t.v.s. hvussu nógv luft er í tí. Í ymsum førum verður tað brúkt til at siga hvussu tjúkt pappírið ella kartongið er eftir formlinum: Bulkur x gramvekt = tjúgd

Dømi: Bulkur 1,3 x gramvekt 100 g = tjúkd 130 my

Cicero Typografisk málieind, sum svarar til 12 punkt, ella 4,51 mm. Eitt punkt er sostatt 0,375 mm. Fastlagt í seinnu helvt av 1700-árunum í Fraklandi og brúkt kring alt Evropa

CMYK Cyan (blátt), Magenta (reytt), Yellow (gult), blacK (svart) – prent­­litir­nir tá prentað verður í fýra litum

Coatað papír Sí strokið pappír

CTP Computer to Plate – at framleiða prentplátur beinleiðis frá teld­uni – uttan at brúka film ella montagu…