EAN European artikel numbering. Strikukodusystem til vørumerking, prísásetan og lagurstýring
EM-space Amerikansk typografisk stødd svarandi til kvadratin á skriftstøddini. Verður brúkt til innrykking í teksti. Sí eisini Geviert
EN-space Helvtin av EM-space. Svarandi til ein bókstav
Exlibris Klistrimerki til bók, við navni á ánara. Hetta merki verður oftast límað á forsatsblaðið fremst í eini bók
Faksimile Ein neyv reproduktión ella avrit
Falsing Tann mekaniska prosessin, har pappírið verður bukkað ella faldað.
Folieprent Gylling, sum kann gerast antin í forgyllarapressu ella vong
Forsatsur Síðurnar fremst og aftast í eini heilbindsbók, sum verða límaðar á bókbindið og sostatt halda bindinum føstum við síðunum í bókini
Franskur horuungi Innrykt linja niðast á eini síðu