Geviert Typografiskt mát. Sama virði sum EM space. 1 geviert innrykking í 10 punkt skrift er sama sum 10 punkt
Glittað pappír Pappír, sum er „glattað“ – t.v.s. at pappírið hevur fingið eina meira afturlatna yvirflatu enn óstrokið pappír – Glittað pappír er ikki tað sama sum strokið pappír
Gotisk Gamaldags skrift.
Grotesk Skrift uttan seriffir (uttan føtur). T.d. Helvetica.
Grundlinja Linjan har undirkanturin á bókstavinum stendur, t.d. a og b, men ikki p og q
Gummidúkur Ein bleytur, kraftigur dúkur, sum situr í einari offsetmaskinu, og sum móttekur prentlit frá offsetplátuni, og yvirførir litin til pappírið
Hálvbind Ein bók, har horn og ryggur eru styrkt, sum oftast við skinn.
Hefting íseting av heftiklemmum – tá ið tað eru bløð verður tað gjørt í einum samliheftara – blokkar á einum blokkheftara
Heilbind Bók við stívari permu
H&J Violations Tá tað er sligið til í InDesign vísir tað hvørjar linjur skulu orðbýtast í einum tekstblokki. Tað liggur undir InDesign, Preferences, Composition, og so flugubein í H&J Violations
Horuungi Tá ið eitt reglubrot endar ovast á einari síðu