IDEM Tað eru 3 sløg av idem pappíri: Fyrsta ark CB = baksíðubestrokið (coated back). Millum-ark CFB = forsíðu- og baksíðubestrokið (coated back and front). Síðsta ark CF = forsíðubestrokið (coated front). Øll trý sløgini fáast í bæði hvítum og litaðum ørkum
ISBN International Standard Book Number. 13 tøl, sum upplýsa um upprunaland, forlag o.a. hjá einari bók. Hesi tølini verða brúkt tá strikukodan skal gerast. (ISBN nr. kann eisini vera 8 tøl)
Italic Skákskrift
Kachering Pappírið fær eitt tunt lag av plast – mat ella blankt – kann ikki gerast partielt. Verður brúkt til heilbindspermur. Sí eisini laminering
Kalligrafi Merkir fagurskrift. Kalligrafiskar skriftir eru special skriftir, sum royna at líkjast listarligum hondskriftum
Kapitælband Eitt silki- ella bummullsband, sum verður fest í erva og neðra á rygginum á einari heilbindsbók fyri at styrkja um ryggin. Kapitælbandið situr millum bindryggin og leysryggin
Kapitæler Stórir stavir í somu hædd sum smáu bókstavirnir
Klaffur Eyka breidd á permu, ofta 90 mm, sum verður bukkað aftur um
Kolofon Upplýsingar um bókaheiti, forlag og prentstað, ISBN og tílíkt. Verður sum oftast sett á síðu 4 í eini bók
Korrekturtekn Rættingartekin, sí s. 49
Kursiv Skákskrift