Lakk Verður koyrt á pappírið fyri at verja tað – tað eru mong ymisk sløg av lakki, m.a. Maskinlakk, Super seal og UV-lakk – sum eisini fáast sum mat, blankt, ultra-matt ella silkilakk. Lakk kann eisini gerast partielt – t.v.s. at lakk verður bara koyrt á ávís støð. Eisini ber til at hava ein part við blonkum lakki og ein part við mattum. Hetta verður ofta gjørt á bókapermum
Laminering Pappírið verður sveisað inn í ein plastlumma – fæst í fleiri støddum og tjúgdum
Layout Tekna uppskot um hvussu ein prentlutur skal síggja út
Leyskápa Eitt prentað pappírumslag, sum verður lagt rundan um eina heilbindsbók og bukkað inn um (klaffar)
Ligatures Samanteknaðir stavir, má sláast frá í InDesign
Macintosh Ella Mac – mest brúkta teldan í grafisku bransjuni – munurin á mac og pc er at hon hevur eitt annað stýrisystem
Majuskler Stóru bókstavirnir í einum alfabeti (versal)
Minuskler Smáu bókstavirnir í einum alfabeti
Moiré Tá ein mynd verður scannað, kann tað koma moiré í hana, t.v.s. hon sær út sum hon er ternut. Tað kann hjálpa at hella henni nakrar gradir í skannaranum, og so rætta hana upp tá ið hon er skanna Eisini hjálpir at brúka Gaussian Blur undir Filtur í Photoshop