Offset Rættvendar offsetplátur fáa lit sum verður yvirførdur á ein gummidúk, sum so yvirførir prentið á pappírið – Offset stavar frá litografi – prenting við hjálp av blankpoleraðum steinum
Opasitet Gjøgnumskygni. 100% merkir, at tú ikki sært ígjøgnum pappírið
Ordinær Grundformurin á eini skrift
Óstrokið pappír Pappír sum ikki er strokið
Paginering Síðutøl
Pantone PMS – Pantone Matching System er mest útbreidda litsystemið til staffagelitir – við hjálp av nøkrum grundlitum, kann man blanda seg fram til næstan allar litir
Paperback Umslagsbók
Partiel Lakk Sí Lakk
PDF Portable Document Format – ein fíl sum allar teldur kunnu lesa. Hon verður brúkt at senda lágupployst til rættlestur til kunda og eisini sum ein prentklár háupployst til útskjóting
Perfecting Sí skøn og videretryk
Perforering Smá hol verða gjørd í pappírið, so man kann skræða tað beint. Hetta kann bæði gerast við hjóli ella perforer linjum – sera tunnar perforeringar kallast mikro-perf.
Pica Amerikanskir typografar brúka pica. 1 pica er 4,218 mm og 12 points. 1 points (punkt) er 0,35136 mm. Pica punktið er 7° minni enn didotpunktið
PMS Sí Pantone
PPI Pixel per inch – sí dpi. PPI verður nýtt til skerm, DPI til prent
Preg Ein hann og hon klisje, brúkt í cylindaranum, sum gevur prentlutinum t.d. eitt framhevjað búmerkið, so tað stendur burtur úr pappírinum
Prentark Støddin á tí arkinum, sum prentað verður í prentmaskinuni. T.d. verður tosað um 16 síðurs prentark
Prentgreiðslan Okkara Delano Webapproval, ið hevur fingið navnið PrentGreiðslan
Prima Merkir fyrsta síða á prentarkinum, tað er síðan við lægsta síðutali, tá verða tvær plátur nýttar til hvørt prentarkið
Print on Demand POD. Digitalprent. Framleiðsla frá einum eintak til nøkur hundrað eintøk.