RIP Raster Image Processor, telduforrit, ið broytir Postscript til 1-bit tiff-fílar, ið verða sendir til eindina, ið lýsir pláturnar
Samliheftari Maskina, sum samlar falsaðu prentørkini saman, og setir heftiklemmir í, fyri síðani at reinskera 3 síður. Samliheftarin hevur 7 lummar + permu
Serigrafi Prentháttur, har man við hjálp av einari belýstari rammu, pressar litin gjøgnum holini í rammuni og yvirførir prentið til sítt evni. Serigrafi verður brúkt at prentað á tekstil, glas, plast, træ og onnur evni, har man vil yvirføra stórar mongdir av liti – Serigrafi varð fyrr kallað silkiprent, tí ramman var gjørd av silki – í okkara døgum verða syntetiskar rammur brúktar, sum halda betur til ávirkanina frá liti og kemikalium
Sekunda Merkir hin síðan á prentarkinum, sí frágreiðingina Prima
Silkiprent Sí serigrafi
Skøn og videretryk Pappírið verður vent í prentmaskinuni og prentað verður á báðar síður í somu gongd
Smudsumslag Sí leyskápa
Staffagelitir Tann liturin sum valdur er til ein prentlut, sum ikki skal prentast í CMYK –t.d. ein pantone litir sum 5 litir
Stansiformur Vanliga ein formur gjørdur í kryssfiner, sum verður skorin út við hjálp av laserteknikki, sum so fær skeristrikur/knívar, sum kunnu treingja ígjøgnum pappírið
Stansing Við hjálp av einum stansiformi, verður skorið í pappírið – t.v.s., at man kann skapa ymsar formar á prentlutinum, við t.d. at stansa eitt hol ella ein profil
Stokaist rastur Rasturtøkni har punktini verða løgd tilvildarligt
Strokið pappír Pappír sum hevur fingið eitt lag av t.d. kriti, sum ger at prentmyndin verður týðiligari – fæst bæði sum matt og blankt – strokið pappír er vanliga tynri (minni bulkað) enn óstrokið pappír
Stylping Heiti fyri hvussu arkið verður vent: tikið verður í topp ella botn á arkinum sum verður vent loddrætt. T.d. verður pappírið stylpað í okkara SM74ZP
Sublima rastur Agfa hybrid ella blandings-rasturtøkni har stokaist rastur verður nýtt partvíst og vanligt rastur partvíst