Termiskar plátur CTP-plátur, ið verða lýstar við hita frá lasaranum
Transparencies Tá ið grafikarar leggja lag omaná lag og lagið niðanfyri skínur ígjøgnum. Hetta hevur áður givið trupulleikar, tí ripparnir hava ikki fylgt við menningini á telduforritunum
Umsláing Heiti fyri hvussu arkið verður vent: tikið verður í aðra síðuna á arkinum og tað verður vent vatnrætt. Umsláing kallast eisini eitt vendi-ark. t.v.s. bert ein pláta til báðar síður
Uncial Í InDesing kallað Drop cap, er ein byrjanarbókstavur, sum hevur hæddina av fleiri vanligum reglum
Útskjóting Plasering av síðum á einum prentarki, so at síðurnar tá falsað verður, hava rætta raðfylgju
UV-Lakk Sí lakk
Vatnlakk Sí lakk
Verjulakk Vit brúka silkimatt og háglans sum verjulakk
Versalar Stóru bókstavirnir í alfabetinum
Vignet Lítil illustratión ella dekoratión uttan rammu