Føroyaprent søkir eftir køksfólk

Vit søkja eftir einum køksfólki til Føroyaprent at byrja sum skjótast.

Á Føroyaprent hava vit eina matar­skipan, har um 25 fólk eta morgun­mat og miðmála dagliga, og hava vit tørv á einum køksfólki at tilvirka matin, seta á borðið og rudda av aftaná. Eina ferð um vikuna plaga vit at hava heitan mat.

Tú leggur stóran dent á góða tænastu og reinføri, og tú kanst arbeiða í góð­um samstarvi við starvsfelagar og eisini arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta at tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur ábyrgdina av at keypa inn.

Setanarviðurskifti

Vikuliga arbeiðstíðin er áleið 20 tímar og er gerandisdagar millum 9.00­-13.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 11. oktober 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn kann sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

ella á telduposti: starv@foroyaprent.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.