Føroyaprent søkir eftir skrivstovufólk
Føroyaprent søkir eftir ágrýtnum, virknum og fyrikomandi persóni við skrivstovuútbúgving ella royndum við skrivstovustovuarbeiðið, møguleiki er fyri niðursetta tíð.
Tú má trívast við nógvum ymsum uppgávum og dáma at taka eina hond í.
Starvsøkið er í høvuðsheitum móttøka, kundatænasta og vanligt skrivstovuarbeiði. Løn sambært avtalu.
Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 11. oktober 2024. Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta.
Umsókn kann sendast til:
Føroyaprent Pf.
Hoyvíksvegur 59
Postsmoga 3118
110 Tórshavn
ella á telduposti: starv@foroyaprent.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.
Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.