Nú er tann stundin komin til handa

Í seinasta vikuskiftissosialinum, heitti Bárður á Steig Nielsen, Føroya løgmaður, á allar føroyingar um at standa saman um Føroyar og føroyskt vinnulív í summar. Fyri okkum sum prentsmiðja og grafiskt framleiðsluvirki, er hetta einki minni enn eini gleðiboð. Í Føroyum eru bara einar tvær prentsmiðjur eftir og umframt at kappast hvør móti aðrari, á jøvnum … Continued

ERU KØIRNAR LANGAR? HALDA TIT FRÁSTØÐU?

ERU KØIRNAR LANGAR? HALDA TIT FRÁSTØÐU? Við nýggju frástøðuplátunum frá okkum, er tað møguligt at pakka sínar vørur, og samstundis at halda frástøðu til aðrar kundar. Á hendan hátt kunnu tveir kundar avgreiðast í senn, uttan at koma ov nær hvør øðrum. Set teg í samband við okkum á tlf. 314555 ella send okkum ein … Continued

Vitjan av Skúlanum á Løgmannabreyt

Aftur í dag vóru vit so heppin, at fáa vitjan av fittum skúlabørnum. Hesuferð var onnur helvitin av 3. flokki úr Skúlanum við Løgmannabreyt á vitjan. Tey fingu møguleika at síggja nakað av tí spennandi vit gera á Føroyaprent. At enda fingu tey sodavatn og okkurt gott í matarhøllini hjá okkum. Hin helvtin av flokkinum … Continued

Fríðbjartur avlærdur

Í dag 14. august fekk Fríðbjartur Miðberg handað sveinabræv sum miðlagrafikari. Sveinaroyndin hjá Fríðbjarti varð góðkend við rós. Fríðbjartur kom av fyrstan tíð á Føroyapent sum praktikantur í 9. flokki og sýndi beinanvegin dugnaskap og áhuga. Tá so Føroyaprent søkti eftir miðlagrafikaralærlingi, var tað sjálvsagt at seta Fríðbjart. Tað gleðir okkum, at Fríðbjartur framhaldandi fer … Continued

3000 trø plantaði

Føroyaprent hevur plantað 3000 … TRÝ TÚSUND … trø í Føroyum! Vit liva av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna vit liva av. Tí lata vit aftur til náttúruna við at planta trø, sum liva víðari í hugaheiminum tá vit lesa ella síggja eina bók ella ein … Continued

Heildarætlanin frá Føroyaprent

At pappír og prentaða orðið, er ein sterkur samskiftismiðil, er bóklingurin um fólkaflyting og fólkavøkstur, eitt gott dømi um. Boðskapurin um hvørji átøk skulu og kunnu gerast, fyri at venda gongdini við fráflyting, verður við einum vøkrum bóklingi framborin á ein hátt, sum undirstrikar týdningin av tilmælinum. Politikarar o.o. steðga á, meðan tey lesa, og gransking vísir, at tey … Continued

Avbjóðandi prentuppgáva

Á Føroyaprent eru vit errin av at hava prentað vakurt katalog við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen. Katalogið er prentað í samband við serstaka framsýning á Steinprent, sum letur upp í dag 22 febr. kl. 16.00. Katalogið hevur verið serliga avbjóðandi at prenta, tí myndirnar eru svart hvítar og eru berandi fyri katalogið, alt sum tað er. … Continued

„Øll telja við“ er framleitt í Føroyum

Ein størri og størri partur av almennu kunningini, sum vit føroyingar fáa beinleiðis og ókeypis í postkassan, verður prentaður í Føroyum. At prentaða kunningin til húskini sum heild eisini er vaksandi, er at fegnast um. Okkara land er lítið og tí kann ókeypis kunning í postkassan lættliga syrgja fyri, at allir borgarar eru væl kunnaðir … Continued

Prýðilig loysn til Vága Floghavn

Ferðast tú umvegis Vága Floghavn, leggur tú beinanvegin til merkis, at Vága Floghavn ynskir, at tú kennir teg væl, hóast um- og nýbyggingar verða gjørdar á økinum. Føroyaprent samstarvar við Vága Floghavn um prentuppgávur, PR tilfar, lýsingar og skelti, og vit hava eisini framleitt alt kunningartilfarið til tey ferðandi í samband við um- og nýbyggingina. Við omankoyringina frá høvuðsvegnum til flogvøllin verður tú kunnað/ur um, at umbyggingin er í … Continued

ROLL-UP 85×200 cm

Ein sera góð marknaðarføring, sum tú kanst taka við í handilin ella móttøkuna, á framsýningar, sølustevnur, sølufundir og allastaðni har tín málbólkur er.

1.490 kr u/mvg, íroknað uppseting
og prent.

Árskalendarar 2013

Í góðveðrinum leygardagin 16 juni, vóru starvsfólkini á Føroyaprent eina útferð úti á Oyrum við Leitisvatn/Sørvágsvatn.

Stórformat á Føroyaprent

Vilt tú prýða ella lýsa húsasíðu, bygningi, sølustaði, festivaløki, tónleikapalli, byggiplássi , miðbýi, messu ella aðrastaðni, so fæst alt nýtir frá Føroyaprent.