Tíðir broytast …

Komandi mánaðarskifti verða, sum flest øllum kunnugt, veitingarnar umborð á Atlantic Airways broyttar. Í samband við tað hevur Føroyaprent prentað nýggju snotuligu matskránna, sum frá hósdegnum 1. september fer at liggja í lummanum umborð á flogførunum. Vælkomin á Føroyaprent.

Grafikari – Starvslýsing

Leyst starv Á grafisku deild hava vit ein tóman stól! Í stólin ynskja vit at seta royndan grafikara, ið er klárur at leypa í mongu og fjølbroyttu uppgávurnar. Vit ynskja kreativa og jaliga hugsan, umframt másligan kunnleika í føroyskum. Ring til Inga Joensen, leiðara á grafisku deild, á telefon 228893, ella til Jon Hestoy, stjóra, … Continued

Í ár fer talið upp um 4000 trø

Á Føroyaprent liva vit av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna, vit liva av. Tí lata vit náttúruni nakað aftur við at planta trø, sum so liva víðari í hugaheiminum, tá vit lesa ella síggja eina bók ella ein annan prentlut. Øll sum hava fingið trø frá … Continued

Føroyaprent søkir eftir maskinkønum fólki at byrja sum skjótast

Uppgávurnar eru millum annað: at hava ábyrgd og viðlíkahald av maskinparkini á virkinum at leggja smyrjing og viðlíkahald til rættis og hava ábyrgd av, at hetta verður gjørt at innstilla maskinur og aðrar uppgávur í samband við maskinur og tól, í samstarvi við framleiðsluleiðaran Kvalifikatiónir/eginleikar: hug og kunnleika at arbeiða við maskinum helst eina viðkomandi útbúgving … Continued

Hjalgrim Samuelsen settur í starv sum fyrisitingarstjóri á Føroyaprent

Tveir stjórar eru nú á Føroyaprent. Frá 1. mai at rokna myndar Hjalgrim Samuelsen leiðsluna á Føroyaprent saman við Jon Hestoy, sum higartil hevur verið stjóri einsamallur.  Sum fyrisitingarstjóri hevur Hjalgrim Samuelsen nú høvuðsábyrgd av fíggjarmálum og fyrisiting, meðan Jon Hestoy framyvir fyrst og fremst fer at varða av marknaðaføring, sølu og framleiðslu. Hjalgrim er 51 ára gamal … Continued

Sunnudagsland

Nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann Føroyaprent hevur umbrotið, prentað og heft nýggja yrkingarsavnið eftir Sissal Kampmann. Sunnudagsland er heitið á fimta savninum hjá Sissali. Permumyndina á „Sunnudagsland“ gjørdi Ludvík á Brekku. Sissal Kampmann: Sunnudagsland Permumynd: Ludvík á Brekku Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út, 94 bls, 168,- kr.

Nýggjur søluleiðari á Føroyaprent

Bjørt Isaksen er sett sum søluleiðari á Føroyaprent. Bjørt hevur lært og starvast á Føroyaprent og hevur drúgvar royndir innan sølu og kundasamskifti. Uppgávan hjá Bjørt verður framhaldandi at styrkja og menna samstarvið við viðskiftafólkini. Bjørt Isaksen, søluleiðari Beinl. tel.: 35 59 66 Fart.: 59 45 59 bjort@foroyaprent.fo

Ávaring!

– hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur! Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyaprent letur bøkur úr hondum við ávaringarmerki á forsíðuni, men Vencil hin 16. er stutt sagt skaðiligur. Vencil 16. við morði og brandi … Hevði tað so bara verið við tí. Nei, nýggjasti Vencilin, hin 16. í røðini, er so fullur av … Continued

Mállæra í fimta upplagi

úlvur úlv úlvi úlvs Nøkrum bókum er tað altíð brúk fyri. Mállæran hjá Paulivar Andreasen og Árna Dahl er ein av hesum. Føroyaprent hevur havt gleðina av, at uppafturprenta Mállæruna fyri fimtu ferð. Nám gevur út. Paulivar Andreasen og Árni Dahl: Mállæra Nám: 1. útgáva, 5. upplag, 2016 282 blaðsíður

Goymslufólk/bilførari søkist

Føroyaprent søkir eftir goymslufólki/bilførara at byrja sum skjótast. Uppgávurnar eru at halda skil á goymsluni, koyra vøru til og frá virkinum og tryggja, at rætta pappírið er klárt til prent. Vit vænta, at tú ert kundavinarligur, álítandi, røkin, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at leggja arbeiðið til rættis. Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti. … Continued

Løriftsmyndir – Januartilboð frá 14. januar

Ein tann besta gávan ein fær, er ein mynd av sínum kæru, til dømis børnunum, foreldrunum, ommubørnunum, abbabørnunum, langommubørnunum og langabbabørnunum, ella av veðrinum, bátinum, húsinum, heimbygdini, ja bara hugflogið setur markið. Frá 14. januar og mánaðin út hevur Føroyaprent tilboð upp á løriftsmyndir fyri næstan hálvan prís. Einki tekur seg so væl út sum … Continued

Nýtt ár við nýggjum avbjóðingum

Á Føroyaprent eru vit komin væl í gongd í nýggja árinum. Ein tann fyrsta uppgávan var tilfar til nýggja átakið hjá Miklagarði, har viðskiftafólkini savna gullmerki. Føroyaprent hevur latið bannarar, skelti, faldarar og gullmerki. Sí meiri her. Vælkomin á Føroyaprent