Jólafrí til 4. januar

Føroyaprent er stongt vegna jólafrí til mánamorgunin 4. januar 2016. Hava tit neyðsynjarboð til skeltiverkstaðið, ringið so 594556. Onnur neyðsynjarboð til 594560. Gleðilig jól og gott nýggjár.

Skava og vinn til Havnar Svimjifelag

Føroyaprent hevur latið skava og vinn seðlar til Havnar Svimjifelag.

Føroyaprent kann bjóða eina ørgrynnu av skava og vinn loysnum til feløg, skúlaflokkar, fyritøkur og handlar. Tað er ómakaleyst at keypa skava og vinn seðlar frá Føroyaprent, tí vit vegleiða fegin um hvat er best at gera og avgreiða alt frá uppseting til levering.

Besta jólagávan í øllum støddum

Nú kanst tú fáa myndir á lørift, alubond ella pvc plátu, í so at siga øllum støddum. Ein góð og persónlig jólagáva til eitt nú mammuna, vinmannin, dóttrina ella abban. Bílegg beinleiðis á nethandlinum á www.foroyaprent.fo, ella ring/skriva til okkara. Telefon 31 45 55 Teldupostur info@foroyaprent.fo Vælkomin á Føroyaprent.

Stállínuskipini – Ferð kemur á 1961-62

Føroyaprent hevur umbrotið og prentað aðru bókina um stállínuskipini, eftir Sigmar Bláberg. Í bókini eru frásagnir frá øllum teimum línuskipunum, sum komu í 1961, umframt frá virkseminum hjá teimum sum vóru komin frammanundan.  Í 1961 komu 18 nýggir línubátar til Føroya. Teir flestu vóru bygdir í Noregi, men tað var eisini í 1961, at Tórshavnar … Continued

Mín Jólabók 2015 og Vættrarok

Føroyaprent hevur umbrotið og prentað jólaútgávurnar hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, Mín jólabók og Vættrarok. Mín Jólabók 2015 er full av søgum og ítrivi, og sum altíð hava nógvir ymiskir myndprýðarar sett sín dám á bókina. Adventssøguna eigur Ingun Christensen. Hon eitur Sparijól og er um hesa ørskuna, sum vit verða fangað í um jóltíðir, at … Continued

Mikladalur og Kulusuk – tvær bøkur í einari

Føroyaprent hevur prentað og bundið inn nýggju fotobókina hjá Inga Joensen. Ingi lýsir løtumyndir úr tveimum sera ymisk­um bygdum – Mikladali á Kalsoynni og Kulusuk í Eysturgrønlandi. Fotomyndirnar er løtumyndir, sum seta hyggjaran inn í tað huglag, sum júst ta løtuna var til har, sum fotgrafurin var. Samstundis sum løtan hvørvur, tá fotografurin er farin framvið, … Continued

Prent, pylsur, pilsnar og yrkingar

Í samband við Bókadagarnar, ið vóru í Norðurlandahúsinum farna vikuskiftið skipaði Føroyaprent fyri tiltakinum „Prent, pylsur, pilsnar og yrkingar“. Hetta var ein hugnaløta fyri bókmentafólk og bókaáhugaði, sum fór fram á prentsmiðjuni hjá Føroyaprent. Meðan Sámal Ravnsfjall og Edvard Nyholm Debess spældu góðan tónleik, hoyrdist 5-litaða Heidelberg prentmaskinan í bakgrundini. Føroyaprent bjóðaði pylsur úr einum … Continued

Miðnámsrit 2015

Føroyaprent hevur umbrotið og prentað Miðnámsrit 2015. Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar og meting í undirvísing og læring. Tað hendir nógv spennandi á miðnámsskúlaøkinum og í føroyska skúlanum sum heild. Nógv hevur almennan áhuga, og tí geva vit hesa bók út. Til rannsakan og sjálvrannsakan. Í bókini eru 22 greinir. Olav Absalonsen … Continued

Flotoyggjar – Alexandur Kristiansen

Føroyaprent hevur umbrotið og prentað nýggja yrkingasavnið hjá Alexandur Kristiansen „Flotoyggjar“. Hugaligt at prenta eitt yrkingasavn, har seinasti teksturin endar soleiðis, um sólina: „sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti“. Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu. Tað eru tíggju ár síðani, at Alexandur Kristiansen gav sítt seinasta yrkingasavn út. Nú … Continued

Gonguverk samfelagsins – Hugleiðing um tíð og samfelag

Føroyaprent hevur framleitt „Gonguverk samfelagsins – Hugleiðing um tíð og samfelag“ eftir Firouz Gaini. Gonguverk samfelagsins er heimspekilig hugleiðing um tíð og samfelag, ið viðger fatan okkara av tíð sum nakað, ið altíð hevur serligt tilknýti til mentan, ideologi og tøkni. Óansæð hvussu raffinerað tíðarfatanin gerst við nanotøkni- frøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og … Continued

Havnarmaður og gøtuskuri

Føroyaprent hevur framleitt nýggju bókina, ella rættari krýnikuna hjá Jógvan Arge „Havnarmaður og gøtuskuri“ um barna- og ungdómsár hansara. Hetta er 20. bókin, hann letur úr hondum. Hesaferð er pallurin tað umhvørvið, hann vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við stórum H, og mamman er av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu. Krýnikan er ein … Continued

Áhugavert Kirkjutíðindi

Føroyaprent hevur framleitt Kirkjutíðindi nr. 3 í 2015, og sent tað til haldararnar. Tað er Felagið fyri kirkjuráðslimir, ið gevur Kirkjutíðindi út. Í blaðnevndini fyri Kirkjutíðindi sita: Theodor E.D. Olsen, blaðstjóri, Tummas Lauritsen, Hansina Brekkstein, Bergtórur H. Bjarkhamar og Maria Jørðdal Niclasen. Í hesari útgávuni kunnu vit, millum nógvar áhugaverdar greinar, lesa grein eftir nýggju … Continued