Rósa Maria eftir Jens Paula Heinesen uppafturprentað

Føroyaprent hevur latið úr hondum eitt uppafturprent av „Rósu Maria” hjá Jens Paula Heinesen. Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið gevur út. Bókin kemur nú dramakonsertin „Rósa Maria“ verður frumframførd í Norðurlandahúsinum 11. november. Í 1997 hevði Jógvan Isaksen grein í Sosialinum um Jens Paula Heinesen. Tá segði hann millum annað so um bókina: „Rósa Maria“ kom í … Continued

SKAVA OG VINN jólakalendarar til „Í menniskjum góður tokki“

Føroyaprent hevur staðið fyri framleiðsluni av SKAVA OG VINN jólakalendarum til „Í menniskjum góður tokki“. Fyrireikararnir vóna, at fólk fara at taka væl undir við hesum sera góða tiltaki. Tí er nú brúk fyri fólkum, sum vilja ganga hurð til hurð í øllum bygdum og býum (uttan í Suðuroynni), at selja kalendarar. Við at lata … Continued

Glopramjólk – Nýtt yrkingasavn

 Á Føroyaprent eru vit so heppin, at vit í nógv ár hava prentað søvnini hjá Tóroddi Poulsen, og nú eisini nýggjasta yrkingasavnið hjá honum „Glopramjólk“. Tóroddur, sum er ein av virknastu listamonnum í Føroyum, hevur sum vanligt bæði skrivað og gjørt permuna.  Nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi leggur fyri við tí, eitt sindur ræðandi yrkingini „Hurðin“, ið førir … Continued

Álmanakkin 2016 í bókabúðirnar

Hetta er 16. ferð, at vit á Føroyaprent framleiða Álmanakkan hjá H.N. Jacobsens bókahandli. Fríggjadagin 30. oktober vóru fyrstu Álmanakkarnir koyrdir oman í bókahandilin á Vaglinum. Á myndini, sum er tikin inni á bókbindarínum hjá Føroyaprent, sæst ritstjórin, Erling Isholm, við Álmanakkanum 2016 í hondini. Hetta er 88. ferð, at Álmanakkin kemur út. Álmanakkin 2016 Ritstjóri: … Continued

Skava og vinn frá Føroyaprent

Bílegg tínar skava og vinn seðlar frá Føroyaprent. Í samstarvi við veitara í Danmark, kunnu vit bjóða eina ørgrynnu av skava og vinn loysnum til feløg, skúlaflokkar, fyritøkur og handlar. Tað er ómakaleyst at keypa skava og vinn seðlar frá Føroyaprent, tí vit vegleiða fegin um hvat er best at gera og avgreiða alt frá uppseting … Continued

FÚRSTIN eftir Niccolò Machiavelli

FÚRSTIN eftir Niccolò Machiavelli er nú komin í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen. Niccolò Machiavelli (1469-1527) var føddur í Firenze, sonur ein løgfrøðing. Hann var útbúgvin í samsvari við ta humanistisku hugsjónina í renessansuni, sum legði dent á latín og tað klassiska. Fúrstin (Il Principe) er viðgitnasta bókin hjá Machiavelli. Hon er eisini ein av … Continued

Tað orðið – nýtt yrkingasavn

Á Føroyaprent frøast vit yvir at hava latið úr hondum nýggja yrkingasavnið hjá Heðin M. Klein.   Heðin gjørdi væl og virðiliga vart við seg, tá ið hann í 1969 gav út sítt fyrsta yrkingasavn „Væmingar og vaggandi gjálv“. Tittulin á savninum er ein, tú aldrin gloymir! Hóast tað gingu 24 ár, áðrenn næsta savnið kom út, so var Heðin alla tíðina … Continued

Skrivstovunæmingur

Føroyaprent Pf. søkir eftir einum skrivstovunæmingi innan fyrisiting at byrja skjótast gjørligt. Starvið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði við mongum avbjóðingum. Á Føroyaprent er tú í góðum umhvørvi, við vinaligum starvsfeløgum. Vit kundu hugsað okkum ein lærling, sum er vanur at arbeiða við teldu, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Lønin … Continued

Fríðbjartur avlærdur

Í dag 14. august fekk Fríðbjartur Miðberg handað sveinabræv sum miðlagrafikari. Sveinaroyndin hjá Fríðbjarti varð góðkend við rós. Fríðbjartur kom av fyrstan tíð á Føroyapent sum praktikantur í 9. flokki og sýndi beinanvegin dugnaskap og áhuga. Tá so Føroyaprent søkti eftir miðlagrafikaralærlingi, var tað sjálvsagt at seta Fríðbjart. Tað gleðir okkum, at Fríðbjartur framhaldandi fer … Continued

Lætt at lýsa á flogvøllinum

Ein nýggj síða www.faelysing.fo hevur gjørt tað lættari enn nakrantíð at lýsa á Vága Floghavn. Tær stóru fyritøkurnar, sum hava brúk fyri at lýsa nógv, hava fingið betri valmøguleikar – bæði innan prentaðar lýsingar, ljósskeltir og digitalar lýsingar. Møguleikarnir hjá teimum smærru fyritøkunum eru eisini munandi betri nú enn nakrantíð áður. Nógv hava saknað møguleikan at lýsa … Continued

Føroyaprent hevur nú latið 3600 trø!

TRÝ TÚSUND SEKS HUNDRAÐ TRØ! Føroyaprent GER mun. Vit liva av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna vit liva av. Tí lata vit aftur til náttúruna við at planta trø, saman við børnum og vaksnum um alt landið. Seinastu tíðina hava vit latið trø til barnagarðar, skúlar … Continued

Gjøgnumskygdar myndir á rútin

Veitst tú, at allir rútar og glasveggir kunnu prýðast við tínum egnu myndum, so tær síggjast á báðum síðum? Á Føroyaprent kunnu vit prenta á gjøgnumskygda foliu, sum verður sett beinleiðis á glasið ella spegilin. Vit prenta fegin til tíni egnu hús, til stovnar, handlar, skrivstovur o.o. Eingin avmarking er í stødd. Stórar glasflatur kunnu … Continued