Føroyskt fyri allar pengarnar

Nú fáast 4 ymiskar myndir av sjáldsama fittum lomvigapisum til keyps í H.N. Jacobsens Bókahandli fyri 299 kr. stk. Støddin er 27x27cm. Myndirnar kunnu hanga stakar ella fleiri saman. Hetta eru myndir, sum fáa smíl og góðar kenslur fram hjá bæði børnum, ungum, vaksnum og gomlum. Føroyingum sum gestum. Tekningarnar hava hetta heilt serliga, sum … Continued

Føroyaprent prentar stevnumiðini hjá Tjóðveldi

Nú ber til hjá øllum at kunna seg um stevnumiðini hjá Tjóðveldi, tí flokkurin hevur valt at prenta tey sum bók, umframt at tey eru teldutøk á heimasíðu floksins.  Fyrimunurin við at prenta stevnumiðini sum bók, er innlýsandi. At sita við eini bók, uttan at verða órógvaður av sterka ljósinum frá skíggjanum, undirstrikar týdningin av boðskapinum: … Continued

Føroyaprent í longum banum

Veitst tú av, at tú kanst bíleggja tapet við tínum egna mynstri ella myndum frá Føroyaprent? Í samband við framsýningina í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, hava vit prentað myndir, tekningar og tekst á tapet til veggirnar. Stílurin verður reinur og snøggur, tá rammur og plátur ikki stjala myndina frá tí, sum skal síggjast best. Á Føroyaprent … Continued

Vøkur listabók um Thomas Arge

Í hesi løtu er fernisering á Listasavn Føroya, í samband við framsýning av málningum hjá Thomas Arge (1942-78). Hetta er ein afturlítandi framsýning við meira enn 45 útvaldum verkum, sum fyri tað mesta eru lænt frá privatum ognarum bæði í Føroyum og í Danmark.Framsýningin er opin til og við 2. páskadag 6. apríl 2015. Føroyaprent … Continued

Skava og vinn loysnir frá Føroyaprent

Nú kunnu skava og vinn seðlar bíleggjast frá Føroyaprent. Í samstarvi við veitara í Danmark, kunnu vit nú bjóða eina ørgrynnu av skava og vinn loysnum til feløg, skúlaflokkar, fyritøkur og handlar. Tað er ómakaleyst at keypa skava og vinn seðlar frá Føroyaprent, tí vit vegleiða fegin um hvat er best at gera og avgreiða … Continued

Gleðilig jól

Við hesum ynskja vit tær og tínum kæru eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Føroyaprent er stongt frá 18. desember 2014. Opið er aftur sum vanligt mánadagin 5. januar 2015.

Óendaliga nógvir møguleikar við nýggja Føroyakortinum

Nýggja Føroyakortið, sum Føroya Dátusavn hevur ment í samstarvi við Nám, er ein dýrgripur fyri flestu føroyingar. Heili 1700 staðarnøvn eru á kortinum, sum er teknað í altjóða litum og er einastandandi vakurt. Á Føroyaprent sóu vit beinanvegin teir óendaliga nógvu møguleikarnar at framleiða Føroyakortið í alskyns ymiskum útgávum, støddum og litum. Bæði til veggir, … Continued

Føroyaprent stongt frá kl 14.00 vegna starvsfólkatiltak

Í dag frá kl. 14.00 lata vit dyrnar aftur og steðga øllum prentmaskinum, fyri at venda sjóneykuna inneftir í nakrar tímar. Á skránni verður samskifti og samstarvið millum okkum 28 starvsfólk á Føroyaprent. Vit gleða okkum, tí seinast hetta evni var á skránni, vóru øll samd um at tað var bæði læruríkt og sera stuttligt … Continued

Myndlistakvinna í starv á Føroyaprent

Hetta eru góð tíðindi. Ditte Mathilda Joensen, sum er myndlistakvinna og útbúgvin grafikari, er nú partur av grafiska toyminum á Føroyaprent. Krøvini, tey seta sær sjálvum í grafiska toyminum, eru høg, tí øll avrikini síggjast aftur á pappírinum, tá ein uppgáva er prentað. Sterku síðurnar hjá Ditte er visuelt og grafiskt úttrykk, sum er júst … Continued

Í nýggjum búna frá Føroyaprent

Um tú ikki hevur kunnað teg um Ver haldini hjá Føroya Tele, fert tú kanska at gera tað nú. Man kann ikki annað enn smílast og leggja merki til boðskapin á bilunum, sum nú fara út í ferðsluna, tí boðskapurin um Ver haldini er sterkur á eyðkenda nýggja búnanum. Bilarnir eru pakkaðir inn í foliu. … Continued

Eivi L.Mouritsen er nú Grafiskur Tøkningur

Í farnu viku fekk Eivi L. Mouritsen sveinabræv sum Grafiskur tøkningur. Eivi byrjaði á Føroyaprent sum hjálparfólk í 2007, men fór seinni í læru og er hon nú avlærd sum Grafiskur tøkningur. Útbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár og inniheldur, prent, bókbinding, serigrafi og digital prent. Eivi fer framhaldandi at arbeiða í liðugtgerðini á … Continued

3000 trø plantaði

Føroyaprent hevur plantað 3000 … TRÝ TÚSUND … trø í Føroyum! Vit liva av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna vit liva av. Tí lata vit aftur til náttúruna við at planta trø, sum liva víðari í hugaheiminum tá vit lesa ella síggja eina bók ella ein … Continued