Áhugavert Kirkjutíðindi

Føroyaprent hevur framleitt Kirkjutíðindi nr. 3 í 2015, og sent tað til haldararnar. Tað er Felagið fyri kirkjuráðslimir, ið gevur Kirkjutíðindi út. Í blaðnevndini fyri Kirkjutíðindi sita: Theodor E.D. Olsen, blaðstjóri, Tummas Lauritsen, Hansina Brekkstein, Bergtórur H. Bjarkhamar og Maria Jørðdal Niclasen. Í hesari útgávuni kunnu vit, millum nógvar áhugaverdar greinar, lesa grein eftir nýggju … Continued

Kaninin, sum so fegin vildi sovna

Føroyaprent hevur latið úr hondum bókina „Kaninin, sum so fegin vildi sovna“, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, eftir svenska námsfrøðingin Carl-Johan Forssén Ehrlin. Bókin er farin sigursgongd um allan heim, og nú gongur hon sum heitt breyð her hjá okkum. Foreldur siga frá undursamum løtum við songarstokkin, har børnini liggja í fasta svøvni … Continued

Jólakort 2015 – sertilboð v/ samprenti

Umbið jólakortini her. Jólakortini frá Føroyaprent eru heilt serlig, tí tey verða kacheraði við mattari ella blankari kachering, sum er eitt slag av “filmi” uttaná pappírinum. Hetta ger tey vøkur og mjúk at merkja í hondini. Tú kanst senda okkum tína egnu mynd ella velja eina mynd úr myndagoymsluni til vinstru, har m.a. fjøruvættrar frá … Continued

161 Yvirskegg

42.826 krónur til Krabbameinsfelagið Fyri nøkrum árum síðani varð ein bók givin út í samband við Movember-rørsluna. Hetta var eitt samstarv millum Føroyaprent, Rit&Rák, Fotostudio og bókhandlarnar í Føroyum. Tann 30. november í 2014 varð so ein kekkur handaður til Krabbameinsfelagið. Væl var tikið undir við bókini og tilsamans var upphæddin 42.826,00 kr. Øll inntøkan … Continued

Rósa Maria eftir Jens Paula Heinesen uppafturprentað

Føroyaprent hevur latið úr hondum eitt uppafturprent av „Rósu Maria” hjá Jens Paula Heinesen. Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið gevur út. Bókin kemur nú dramakonsertin „Rósa Maria“ verður frumframførd í Norðurlandahúsinum 11. november. Í 1997 hevði Jógvan Isaksen grein í Sosialinum um Jens Paula Heinesen. Tá segði hann millum annað so um bókina: „Rósa Maria“ kom í … Continued

SKAVA OG VINN jólakalendarar til „Í menniskjum góður tokki“

Føroyaprent hevur staðið fyri framleiðsluni av SKAVA OG VINN jólakalendarum til „Í menniskjum góður tokki“. Fyrireikararnir vóna, at fólk fara at taka væl undir við hesum sera góða tiltaki. Tí er nú brúk fyri fólkum, sum vilja ganga hurð til hurð í øllum bygdum og býum (uttan í Suðuroynni), at selja kalendarar. Við at lata … Continued

Glopramjólk – Nýtt yrkingasavn

 Á Føroyaprent eru vit so heppin, at vit í nógv ár hava prentað søvnini hjá Tóroddi Poulsen, og nú eisini nýggjasta yrkingasavnið hjá honum „Glopramjólk“. Tóroddur, sum er ein av virknastu listamonnum í Føroyum, hevur sum vanligt bæði skrivað og gjørt permuna.  Nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi leggur fyri við tí, eitt sindur ræðandi yrkingini „Hurðin“, ið førir … Continued

Álmanakkin 2016 í bókabúðirnar

Hetta er 16. ferð, at vit á Føroyaprent framleiða Álmanakkan hjá H.N. Jacobsens bókahandli. Fríggjadagin 30. oktober vóru fyrstu Álmanakkarnir koyrdir oman í bókahandilin á Vaglinum. Á myndini, sum er tikin inni á bókbindarínum hjá Føroyaprent, sæst ritstjórin, Erling Isholm, við Álmanakkanum 2016 í hondini. Hetta er 88. ferð, at Álmanakkin kemur út. Álmanakkin 2016 Ritstjóri: … Continued

Skava og vinn frá Føroyaprent

Bílegg tínar skava og vinn seðlar frá Føroyaprent. Í samstarvi við veitara í Danmark, kunnu vit bjóða eina ørgrynnu av skava og vinn loysnum til feløg, skúlaflokkar, fyritøkur og handlar. Tað er ómakaleyst at keypa skava og vinn seðlar frá Føroyaprent, tí vit vegleiða fegin um hvat er best at gera og avgreiða alt frá uppseting … Continued

FÚRSTIN eftir Niccolò Machiavelli

FÚRSTIN eftir Niccolò Machiavelli er nú komin í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen. Niccolò Machiavelli (1469-1527) var føddur í Firenze, sonur ein løgfrøðing. Hann var útbúgvin í samsvari við ta humanistisku hugsjónina í renessansuni, sum legði dent á latín og tað klassiska. Fúrstin (Il Principe) er viðgitnasta bókin hjá Machiavelli. Hon er eisini ein av … Continued

Tað orðið – nýtt yrkingasavn

Á Føroyaprent frøast vit yvir at hava latið úr hondum nýggja yrkingasavnið hjá Heðin M. Klein.   Heðin gjørdi væl og virðiliga vart við seg, tá ið hann í 1969 gav út sítt fyrsta yrkingasavn „Væmingar og vaggandi gjálv“. Tittulin á savninum er ein, tú aldrin gloymir! Hóast tað gingu 24 ár, áðrenn næsta savnið kom út, so var Heðin alla tíðina … Continued

Skrivstovunæmingur

Føroyaprent Pf. søkir eftir einum skrivstovunæmingi innan fyrisiting at byrja skjótast gjørligt. Starvið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði við mongum avbjóðingum. Á Føroyaprent er tú í góðum umhvørvi, við vinaligum starvsfeløgum. Vit kundu hugsað okkum ein lærling, sum er vanur at arbeiða við teldu, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Lønin … Continued